Hjálp til Sýria og nærumráðini
Jensina Olsen Tórshavn Hjælp i Syrien og nærområdet

Hjálp til Sýria og nærumráðini

Vit kunnu gera nakað! Vit hoyra um tað dag og dagliga, neyðina ið fólkið í Sýria upplivir hvønn dag. Tað er beiskur gerandiskostur, at liva í krígsherjaðum umráðum, og royna at virka sum menniskja, familja, lækni ella okkurt annað. Alt ið er 'vanligt', dettur niðurfyri. Arbeiðspláss, sjúkarhús, skúlar, barnagarðar og tað ið heldur einum samfelagið koyrandi, er burtur. Vit kenna søguna. Vælkendi gerandisdagurin er fullkomiliga horvin. Lívið gerst so ótolandi, at ein lemjandi kensla yvirtekur, har einasti útvegurin er at góðtaka fullkomna maktasloysið, og royna at yvirliva sum frægast við teimum hyggjuráðum ið eru tøk. Vit, ið eru vitnir til hetta, kunnu fáa somu kenslu av maktaloysi. Munurin er bert tann, at vit eru trygg, har ið vit eru. Her er einki kríggj, og tað er skjótt, at hetta virkar so mikið fjart, at tað fer í gloymikassan, og gerandisdagurin koyrir bara víðari. Spurningurin: Er nakað eg kann gera? kemur fram fyri meg oftani. Og eg eri nokk ikki einsamøll um at spyrja so. Og beint eftir, kemur kenslan av, ikki at kunna gera nakað. Maktaloysi. Men ynski um at gera nakað, býr samstundis undir, og liggur sterk og gløðir. Viljin. Seinastu tríggjar ferðirnar, eg havi stovnað ein innsavning, hava fólk verið glað fyri at hjálpa. Vit kunnu saman, rætta eina hond, til hesi fólk, ið liva undir umstøðum, ið eingin okkara kennir til. Vit kunnu ikki eingongd fyristilla okkum tað. Takk fyri, við vón um at vit kunnu gera mun, saman. Jensina Olsen

Indsamlet beløb:
Mål: 80.000 kr.
Periode:
08-10-2016 23-12-2016

Aktivitet

Donationer:

Seneste donationer

{{don.Amount | number:0}} kr.
{{don.Name}}
{{don.Message}}
Hjálp til Sýria og nærumráðini
Jensina Olsen
{{don.MessageAnswer}}
Der er ikke foretaget donationer til denne indsamling endnu.
Your browser is out-of-date!

Update your browser to view this website correctly. Update my browser now

Close