Bátflóttafólkunum tørva hjálp.
Jensina Olsen Tórshavn Hjælp flygtninge i Europa

Bátflóttafólkunum tørva hjálp.

Dag og dagliga lesa vit um og síggja myndir av flóttafólkunum, ið flýggja í smáum og størri bátum. Tað ið hesi menniskju fara ígjøgnum er ringt, fyri ikki at siga ógjørligt, at ímynda sær. Flestu teirra hava mist alt. Nógv hava sæð og verið vitnir til ræðuleikar, sum merkja tey fyri lívið. Hetta hevur skapt ein ovurstóran tørv á hjálp, og Reyði krossur roynir eftir besta førimuni at fáa hjálpt hesum fólkum. Hvør einasta hjálpandi hond ger mun. Tí byrji eg hesa innsavnan, so tey ið hava møguleika at hjálpa, skjótt og ómakaleyst kunnu veita tað tey hava ráð til. Seinasta innsavnan eg stovnaði, vísti á, at í felag ber til at lyfta eina uppgávu, sum ikki letur seg gera eina. Minsta inngjald er 50 kr. Og eg hugsi so, at um man bert hevur ráð til 25 kr, so kanska onkur annar eisini hevur ráð til at lata 25 kr, og tað er 50 kr í alt. Og alt ger mun, siga tey á Reyða krossi. Vónandi fáa vit lyft og hjálpt saman. Kh. Jensina Olsen

Indsamlet beløb:
Mål: 100.000 kr.
Periode:
14-08-2015 13-09-2015

Aktivitet

Donationer:

Seneste donationer

{{don.Amount | number:0}} kr.
{{don.Name}}
{{don.Message}}
Bátflóttafólkunum tørva hjálp.
Jensina Olsen
{{don.MessageAnswer}}
Der er ikke foretaget donationer til denne indsamling endnu.
Your browser is out-of-date!

Update your browser to view this website correctly. Update my browser now

Close